Ormurin Langi de TÝR

Letra da musica Ormurin Langi de TÝR

Ormurin Langi
Ormurin Langi

Viljið tær hoyra kvæði mítt
Vilja tær orðum trúgva
Um hann Ólav Trygvason
Hagar skal ríman snúgva

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Knørrur var gjørdur á Noregs landi
Gott var í honum evni
Sjútti alin og fýra til
Var kjølurin millum stevna

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Har kom maður á bergið oman
Við sterkum boga í hendi
"Jallurin av Ringaríki
Hann meg higar sendi"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

"Einar skalt tú nevna meg
Væl kann boga spenna
Tambar eitur mín menski bogi
ørvar drívur at renna"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

"Hoyr tú tað, tú ungi maður
Vilt tú við mær fara
Tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Gingu teir til strandar oman
Ríkir menn og reystir
Lunnar brustu og jørðin skalv
Teir drógu knørr úr neysti

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Einar spenti triðja sinni
æt1ar jall at raka
Tá brast strongur av stáli stinna
Í boganum tók at braka

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Allir hoyrdu streingin springa
Kongurin seg undrar
"Hvat er tað á mínum skipi
So ógvuliga dundrar?"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Svaraði Einar Tambarskelvir
Kastar boga sín
"Nú brast Noregi úr tínum hondum
Kongurin, harri mín!"

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

Nú skal lætta ljóðið av
Eg kvøði ei longur á sinni
Nú skal eg taka upp annan tátt
Dreingir leggi í minni!

Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting

vídeo incorreto?